> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Alfred setanarskipanin

# Frá lýsing til setan

Við ókeypis Alfred setanarskipanini kanst tú handfara alla setanartilgongdina frá móttøku og raðfesting av umsóknum, samskifti við umsøkjarar, til innbjóðing til samrøður, uppfylgjandi spurningar og endaliga setan. 

Les eisini: [Hvussu er best at taka ímóti umsóknum?](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/hvussu-er-best-at-taka-imoti-umsoknum-1pgx8r0/)

| Ein snildur møguleiki er at biða umsøkjarar svara videospurningum í Alfred-appini, soleiðis at tú lættari kanst velja røttu umsøkjararnar til starvssamrøður.

### Smidligt og GDPR-trygt 
Hjá arbeiðsgevarum er tað sera umráðandi, og stundum ein avbjóðing, at tryggja, at alt fer rætt fram í mun til viðgerð av umsóknum og ikki minst GDPR-krøvini um handfaring av persónsupplýsingum. Hesum tekur Alfred skipanin tekur hædd fyri, at tú sum arbeiðsgevari sleppur undan at liggja inni við persónsupplýsingum í sambandi við starvsumsóknir.

|| Í videobrotinum fært tú eina skjóta gjøgnumgongd av setanarskipanini. Niðanfyri er skrivlig vegleiðing til setanarskipanina.

---

${youtube}[Setanarskipanin](E5kgUatYCc4)

---
# Setanarskipanin hevur fýra høvuðsøki: 

1. Metingartalva
2. Videosamrøður
3. Førleikameting
4. Atgongd
---

# Metingartalvan

Metingartalvan er til viðgerð og raðfesting av umsóknum og alt samskifti við umsøkjarar. 

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-07-at-13581_bt9izq.png)

| Umsit teigar: Tú kanst brúka standard teigarnar, strika ella stovna nýggjar teigar, sum hóska til tykkara tørv og mannagongdir. Trýst á […] fyri at umsita teigar.

1. **Ósannlíkt**: Hesin teigur er til umsóknir, sum ikki lúka krøvini og tú (møguliga) ynskir at avvísa 
2. **Nýtt**: Allar umsóknir koma sjálvvirkandi inn í hendan teigin. Higani kanst tú hála umsóknir yvir í viðkomandi teigar til víðari viðgerð.
3. **Kanska**: Hesin teigur er til umsóknir, sum tú ynskir at hyggja nærri eftir.
4. **Samrøða**: Teigur til umsøkjarar, sum tú ynskir at bjóða til starvssamrøðu.

---

###### Les eisini


[Samskifti við umsøkjarar](/fo/article/samskifti-vid-umsokjarar-1pdi21i/)
[Soleiðis avvísir tú umsóknir](/fo/article/soleidis-avvisir-tu-umsoknir-wppi00/)
[Bjóða umsøkjarum til samrøðu](/fo/article/bjoda-umsokjarum-til-samrodu-1t5o2ur/)
[Førleikametingar av umsøkjarum](/fo/article/forleikametingar-av-umsokjarum-1w3g6ly/)
[Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina](/fo/article/soleidis-skjalfestir-tu-setanargongdina-f8rlbu/)
[Hvussu er best at taka ímóti umsóknum?](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/hvussu-er-best-at-taka-imoti-umsoknum-1pgx8r0/)

---

# Setan

Tá ið tit hava tikið avgerð, um hvør umsøkjari skal setast í starv, verður umsøkjarin merktur sum settur. Trýst á […] á umsøkjaranum og vel "Setan"

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1bncwqp.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-07-at-15192_p7qzel.png)

Tá umsøkjari verður merktur sum settur, kanst tú senda (gleði)boð til viðkomandi og samstundis biða um allar neyðugar setanarupplýsingar.

Settir umsøkjarar finnur tú síðani í Setanartalvuni til víðari viðgerð í HR-skipan o.t.

---

# Enda viðgerð

Tað er umráðandi at tú endar viðgerðina, tá ið setanargongdin er liðug. Alfred sendir tá boð til allar umsøkjarar um at viðgerðin er endað.
