> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Avrita umsókn til annað starv

Arbeiðsgevarar kunnu avrita umsóknir til aðrar setanartalvur. Hetta ger tað møguligt at gagnnýta umsóknir til fulnar, um tit hava fleiri starvslýsingar í senn.

Hesin møguleikin er serliga hentur hjá arbeiðsplássum, sum hava [Sjálvbodna umsókn](/fo/article/sjalvbodnar-umsoknir-1cyqwav/), tí tá er møguligt at flyta almennar umsóknir til ítøkilig og viðkomandi størv, sum umsøkjarin er egnaður til.

### Soleiðis avritar tú umsókn

Trýst á teir tríggja prikkarnar á umsøkjaranum […] og vel **Avrita til eitt annað starv**.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1312231444_sbvjo0.png)

Vel síðani, hvat starv tú ynskir at **avrita umsóknina til**

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1312231447_146h7nd.png)

Til ber eisini at avrita allar umsóknir í einum teigi í senn 

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1512231024_1ywkx3p.png) 

**Frámerki** vísir, at umsóknin er avritað. Boð verða send umsøkjaranum um, at umsóknin er tikin við í hetta starvið.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1312231448_19sxzys.png)



