> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Bjóða umsøkjarum til samrøðu


# Samrøður

Tað er sera lætt at bjóða umsøkjarar til samrøður frá metingartalvuni. Trýst á […] á umsøkjaranum, tú ynskir at bjóða, og vel "Bjóða til starvssamrøðu".

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1s9xwwg.png)

Síðani letur gluggi upp við upplýsingum um samrøðuna: 

* Dagfesting fyri samrøðuna
* Klokkutíð (frá og til)
* Staðseting fyri samrøðuna
* Boð til umsøkjaran

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-07-at-14443_1122s9n.png)

Møguligt er at brúka ella tillaga standard tekstin. Eisini kunnu tit gera tykkara egnu skabelónir við at fara undir “Stillingar”

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1e6dl25.png)

Tá ið boð um samrøðu eru send, fær umsøkjarin boð í Alfred appina og hevur tá møguleika at svara boðunum við trimum møguleikum:

1. Ja eg góðkenni
2. Nei eg avvísi
3. Eg ynski aðra tíð

Um umsøkjarin biður um aðra tíð, fært tú møguleika at senda nýggja innbjóðing til umsøkjaran.

---
###### Les eisini
[Samskifti við umsøkjarar](/fo/article/samskifti-vid-umsokjarar-1pdi21i/)
[Soleiðis avvísir tú umsóknir](/fo/article/soleidis-avvisir-tu-umsoknir-wppi00/)