> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Er brúk fyri GDPR dátuviðgerðaravtalu millum lýsara og Alfred?

Alfred er ein skipan, har fyritøkur kunnu lýsa við størvum, og umsøkjarar kunnu finna og søkja hesi størv. Bæði Alfred og arbeiðsgevarar eru sjálvstøðugir dátuábyrgdarar, hvør við sínum ábyrgdarøki fyri persónsupplýsingar. 

|| Hetta merkir, at tað ikki er neyðugt at gera eina serliga dátuviðgerðaravtalu millum lýsara og Alfred.

Alfred virkar ikki sum ein dátuviðgerði vegna arbeiðsgevarar, men selur eina tænastu, sum fevnir um at bjóða atgongd til starvsleitandi og eina setanarskipan. Alfred tekur sjálvstøðugar avgerðir um, hvørjar upplýsingar verða skrásettar, hvussu tær verða nýttar, og hvussu leingi tær verða goymdar. Arbeiðsgevarar nýta skipanina til at finna starvsfólk, men teir viðgera ikki persónsupplýsingar eftir boðum frá Alfred.


[Les alla greinina >](https://www.dropbox.com/scl/fi/c056pad7d8ksbrva8ajtk/2024.08.22-Alfred-d-tuvernd-d-tu-byrgd-og-d-tu-vi-ger-stutt.pdf?rlkey=u906vflgt8iy7mrzihvqxnmo4&dl=0)

---

[Nýtslutreytir fyritøkur >](https://alfred.fo/company-terms-and-conditions)

[Nýtslutreytir privat >](https://alfred.fo/terms-and-conditions)

[Privatlívspolitikkur >](https://alfred.fo/privacy-policy)