> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Fá sjálvvirkandi yvirlit við størvum á tykkara heimasíðu

Visti tú av, at tú kanst fáa eitt snøgt, ókeypis og viðlíkahaldsfrítt yvirlit við tykkara størvum á heimasíðuna? Við at innseta eina embed kotu frá tykkara Alfred brúkara á tykkara heimasíðu, hava tit altíð eitt dagført yvirlit yvir tykkara leysu størv. 

So sleppa tit undan at hugsa um manuelt at leggja størv út á tykkara heimasíðu - og minnast til at taka tey av aftur. Tit skulu nevnliga bara umsita størvini á Alfred og so verða tey sjálvvirkandi løgd á heimasíðuna - og hvørva aftur, tá ið umsóknarfreistin er farin. Snilt, ókeypis og ómakaleyst.

Vilt tú hava yvirlit til tykkara heimasíðu?
Send okkum ein teldupost á alfred@alfred.fo, so fært tú kotuna frá okkum at seta inn.

Sí dømi her:
https://runavik.fo/leys-storv
https://fuglafjordur.fo/kommuna/leys-storv/
https://www.tjodsavnid.fo/starv