> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Fanga umsøkjarar við QR-kotum á staðnum

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2024-12-17-at-12014_jm0vum.png)
Hevur tú javnan brúk fyri starvsfólki og vilt tú hava fatur á møguligum umsøkjarum, so skjótt og lætt sum til ber og helst áðrenn onkur annar?

Ein sera snildur máti at fanga møguligar umsøkjarar er, at gera vart við størvini á sjálvum arbeiðsplássinum, við diskin ella har tykkara kundar og brúkarar og onnur vitja. Við einum QR-merki gert tú tað lætt hjá møguligum umsøkjarum at lesa meira um starvsmøguleikar og senda eina skjóta umsókn. Og við snildu [Alfred setanarskipanini](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/alfred-setanarskipanin-f5gxbs/) kanst lætt halda skil á innkomnum umsóknum og samskifta við umsøkjarar.  

| Sig bara til, um tú ynskir QR-merki til títt arbeiðspláss, so fært tú snøgg klistrimerki klár at brúka.

Um tú vísir til eina [sjálvbodna umsókn](https://ihv.soundestlink.com/ce/c/6371fc11dc4bdb001d1631df/676173ecc8abb69d14679a23/67617406057112d43b58f3fd?signature=046475fd10be95a7ed74691fb667413ca5aa57dcae2861eb077f8f882e52d704), kanst tú leypandi taka ímóti umsóknum og skapa samband við møgulig komandi starvsfólk.

Les eisini:
[Sjálvbodnar umsóknir](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/sjalvbodnar-umsoknir-1cyqwav/)
[Alfred setanarskipanin](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/alfred-setanarskipanin-f5gxbs/)