> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Førleikametingar av umsøkjarum

Við metingartalvuni er møguleiki fyri, at brúka skipaðar førleikametingar sum part av viðgerðini av umsóknum. Førleikametingar innihalda ávísar førleikar, sum eru týðandi fyri starvið, sum umsøkjarar verða mettir í mun til.

| Tit kunnu seta upp tykkara egnu førleikametingar at brúka í sambandi við viðgerð av umsóknum til tykkara størv. 

| Førleikametingar eru góðar at brúka sum part av starvssamrøðum við umsøkjarar ella til videospurningar.  

# Soleiðis fyrireika tit førleikametingar 

|| Ger tykkara generellu frymlar til førleikametingar > knýt ein ella fleiri frymlar til metingartalvuna fyri ávísu starvslýsingina > knýt ein ella fleiri frymlar til ein ella fleiri ávísar umsøkjarar.

1. Vel Stillingar > Førleikameting
2. Ger nýggja ella rætta í einari førleikameting
3. Áset førleikar, lýsing og %-vekt fyri hvønn einstakan førleika

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_19j6sbo.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1sp8cmo.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1y1od2o.png)

Førleikametingin er nú klár at brúka sum frymil til viðgerð av starvslýsingum.
---

# Soleiðis brúka tit førleikametingar

Áðrenn tit kunnu gera førleikameting av umsøkjarum, skal førleikametingin innsetast í metingartalvuna

1. Vel starvslýsingina og lat upp setanarskipanina
2. Vel Førleikameting ovast í valmyndini
3. Innset eina ella fleiri førleikametingar (frymilin) sum hoyra til starvið

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_jvel65.png)
![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_t6hm6g.png)
![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1emf8w6.png)

Nú er klárt at gera førleikameting av einstøku umsøkjarunum
---

# Soleiðis førleikameta tit umsøkjarar

|| Tað eru tveir møguleikar at brúka førleikametingar at meta um umsøkjarar:

1. **Felags førleikameting**, tá ein høvuðsábyrgdari ella setanarbólkurin í felag skal meta um førleikar (ein felags meting)
_Henda loysnin er standard og einfaldast og verður viðmæld í allarflestu førum_

2. **Individuell førleikameting**, tá hvør einstakur limur í setanarbólkinum skal meta um førleikar (ein meting pr. lim)
_Henda loysnin verður brúkt til meiri umfatandi viðgerð. Set teg í samband við okkum fyri at fáa vegleiðing til hetta._

### 1. Soleiðis gera tit felags førleikameting

1. Vel umsøkjara at førleikameta
2. Legg førleikameting afturat
3. Førleikamet umsøkjaran

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1yjq8ui.png)
![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_14himkl.png)
![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_16h3bvr.png)

### Nú er klárt at førleikameta umsøkjaran:

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_c0dqj6.png)

| Samlaða metingin kemur at standa á hvørjum einstøkum umsøkjara, so til ber at fáa skjótt yvirlit yvir og samanbera umsøkjarar.
---
###### Les eisini

[Alfred setanarskipanin](/fo/article/alfred-setanarskipanin-f5gxbs/)
[Samskifti við umsøkjarar](/fo/article/samskifti-vid-umsokjarar-1pdi21i/)
[Soleiðis avvísir tú umsóknir](/fo/article/soleidis-avvisir-tu-umsoknir-wppi00/)
[Bjóða umsøkjarum til samrøðu](/fo/article/bjoda-umsokjarum-til-samrodu-1t5o2ur/)
[Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina](/fo/article/soleidis-skjalfestir-tu-setanargongdina-f8rlbu/)