> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Ger videosamrøður við umsøkjarar

# Videosamrøður

Videosamrøður eru ein framúr góður og snildur møguleiki at seta andlit á og at fáa meiri at vita um umsøkjarar, áðrenn teir møguliga verða bodnir til starvssamrøðu. Tú sendir heilt einfalt spurningar til umsøkjarar, sum teir svara við at taka upp svarini beinleiðis í Alfred appini. Síðani kanst tú síggja og meta um svarini í metingartalvuni.  

### Fyrimunir

* Set rødd og andlit á umsøkjarar. Skrivliga umsóknin sigur ikki alt!
* Spar tíð og fá betri grundarlag undir viðgerð av umsóknum 
* Sálda umsøkjarar frá áðrenn starvssamrøður
* Set uppfylgjandi spurningar aftaná starvssamrøður
* Umsøkjarar svara spurningum, tá tað passar teimum, innan fyri ásettu freistina

### Soleiðis bjóðar tú til videosamrøðu

1. Vel so nógvar umsøkjararnar tú vilt hava at svara videospurningum við at flyta teir yvir í sama teig
2. Trýst á […] ovast á teiginum og vel "bjóða til videosamrøðu"
3. ella trýst á […] á einum umsøkjara fyri at bjóða einstøkum umsøkjarum  

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_ybyh5u.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1qgd44f.png)

### Samlað yvirlit yvir videosamrøður

So hvørt videosamrøðurnar verða innsendar sært tú tær í yvirlitinum

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_symze6.png)

---

### Soleiðis gert tú spurningar til videosamrøður

Tit kunnu gera og umsita tykkara egnu spurningar til videosamrøður, sum eru lættir at endurnýta. 

Vel Stillingar > videosamrøður

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_111n75v.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1n6cgeb.png)

---
###### Les eisini

[Bjóða umsøkjarum til samrøðu](/fo/article/bjoda-umsokjarum-til-samrodu-1t5o2ur/)
[Førleikametingar av umsøkjarum](/fo/article/forleikametingar-av-umsokjarum-1w3g6ly/)
[Samskifti við umsøkjarar](/fo/article/samskifti-vid-umsokjarar-1pdi21i/)
[Soleiðis avvísir tú umsóknir](/fo/article/soleidis-avvisir-tu-umsoknir-wppi00/)
[Umsiting av svarskrivum til umsøkjarar](/fo/article/umsiting-av-svarskrivum-til-umsokjarar-mw25ml/)
[Alfred setanarskipanin](/fo/article/alfred-setanarskipanin-f5gxbs/)