> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Hvussu samskifti eg við arbeiðsgevarar?

Við Alfred kanst tú trygt og lætt samskifta við arbeiðsgevarar í sambandi við tínar umsóknir. Alt samskifti millum teg og arbeiðsgevaran fer fram gjøgnum boðklivan í Alfred appini ella á alfred.fo. 

| Tað er altíð arbeiðsgevarin, sum byrjar samskiftið og má senda fyrstu boðini

Í boðklivanum fært tú boð um:

* Innbjóðing til starvssamrøður
* Innbjóðing at svara videospurningum
* Praktiska kunning um freistir o.t.
* Avvísingarskriv um tú ikki fært starvið
* Váttan um at tú hevur fingið starvið
* Fyrispurning um at senda setanarupplýsingar til arbeiðsgevara

### Les eisini:
[Soleiðis tekur tú tína umsókn aftur](/fo/article/soleidis-tekur-tu-tina-umsokn-aftur-1htoejh/)