> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Kann eg hava fleiri fyritøkuvangar?

Tú kanst gera so nógvar ókeypis fyritøkuvangar, sum tú hevur hug til. 

### Nær havi eg brúk fyri fleiri fyritøkuvangum?

Um talan er um sjálvstøðgar eindir, deildir ella fysisk støð hjá fyritøkuni, kunnu fleiri fyritøkuvangar brúkast, fyri at lýsa arbeiðsumhvørvi, mentan o.t. á teimum einstøku "arbeiðsplássunum".

| Alfred mælir til at brúka fleiri fyritøkuvangar, um talan er um egið arbeiðsumhvørvið, fysiska plasering, mentan, arbeiðsuppgávur o.t. 

**Sjálvstøðugir vangar kunnu til dømis brúkast til:**

* Stovnar, barnagarðar o.a. hjá eini kommunu
* Deildir hjá einum banka kring landið
* Framleiðsludeild, KT-deild, starvsfólkadeild o.t. í eini fyritøku  

###### Dømi um fleiri fyritøkuvangar hjá sama arbeiðsgevara:

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-10-30-at-12200_qytlym.png)

# Soleiðis brúkar tú fleiri fyritøkuvangar

Tú kanst knýta vangarnar saman við ein høvuðsvanga, sum síðani vísir samlað yvirlit yvir øll tykkara leysu størv. 

###### Her er dømi um høvuðsvanga hjá Tórshavnar kommunu:

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/torshavnarkommunaalfred_vnblu0.png) 

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/torshavnarkommunaalfred_1cr8w6o.png)

### Soleiðis knýtir tú fyritøkuvangar saman

Far inn á høvuðsvangan og vel tilknýti til viðkomandi undirvangar:

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_1ym0uq3.png)


![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfredadmin_foddzf.png)

# Starvslýsingar og fyritøkuvangar

Tá tú leggur nýggja starvslýsing út, skalt tú bara velja, hvønn fyritøkuvanga starvið hoyrir til:

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfred_y2mto6.png)

Les eisini:

[Hvussu stovni eg fyritøkuvanga?](/fo/article/hvussu-stovni-eg-fyritokuvanga-e65ow1/)
