> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Røkk flest umsøkjarum við in.fo + Alfred


# Tað besta frá báðum

Við at lýsa við tínum starvi á Alfred og á in.fo fært tú allar fyrimunirnar frá tveimum pallum, sum eru sterkir á hvør sín hátt:

### Raka breitt við in.fo
* Lesarar, sum síggja og vera fangaðir av tínum starvslýsingum
* Starvsleitandi, sum eru von við at finna størv á in.fo
* in.fo er ein av mest lisnu tíðindamiðlunum við fleiri enn 25.000 dagligum lesarum
* 130.000 síðuvísingar um dagin

### Sikta væl við Alfred
* Fráboðanir beinleiðis til aktivt starvssøkjandi brúkarar
* Ikki aktivt starvssøkjandi, sum kortini halda eyga við møguleikum við Alfred
* Útisetar og starvssøkjandi úti í heimi

### Starvsfólkabranding við Alfred
* Fólk leita ikki bara eftir starvi, men eisini eftir meining
* Víst títt arbeiðspláss fram á besta hátt við Alfred

Les eisini: [Hvat er starvsfólkabranding?](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/hvat-er-starvsfolkabranding-wxig5x/)

Sostatt eru góðir møguleikar fyri at røkka møguligum áhugaðum umsøkjarum millum mongu lesararnar. Eisini eru føroyingar vanir við at síggja og finna starvslýsingar á in.fo. 

|| Vit mæla altíð til, eisini at vera til staðar á in.fo, har nógv ferðsla er og lesarin er vanur við at síggja starvslýsingar.

### Alfred hevur beinleiðis samband við 40% av arbeiðsfjøldini
Alfred er einasti starvsmiðil í Føroyum, sum tekur sær av allari gongdini frá starvslýsing til starvssetan. Við fleiri enn 12.400 skrásettum brúkarum hevur Alfred beinleiðis samband við 40% av samlaðu arbeiðsfjøldini í Føroyum, umframt túsundtals brúkarar, sum ikki hava skrásett seg, men vitja Alfred dagliga. 

|| Alfred er ein starvsmiðil burturav og hevur mest motiveraðu og uppsøkjandi brúkararnar. Harumframt er brúkaraupplivingin hjá umsøkjarum betri enn nakra aðrastaðni.

### Frá lýsing til setan í somu skipan
Umframt at hava beinleiðis samband við starvsleitandi í Føroyum og kring allan heimin, er Alfred ein nútímans og framkomin [setanarskipan](/fo/article/alfred-setanarskipanin-f5gxbs/), har arbeiðsgevarar lætt, (GPDR) trygt og púra ókeypis kunnu handfara alla setanargongdina. 

### Avgreið alt á einum stað
Við sjálvgavgreiðsluni hjá Alfred kanst tú skjótt og lætt í eini og somu arbeiðsgongd leggja tínar starvslýsingar út á Alfred og in.fo. Soleiðis fært tú tína starvslýsing út til flest møguligar umsøkjarar.

* Ein arbeiðsgongd
* Ein rokning
* Ein veitari

[Spyr Alfred fyrst, tá tú skalt finna starvsfólk](/fo/article/spyr-alfred-fyrst-ta-tu-skalt-finna-starvsfolk-rtyppp/)

### Soleiðis gert tú:

Ring á **517951**
Finn okkum í tjattinum niðast í høgra horni
Send teldupost til alfred@alfred.fo
Ella byrja her: [Soleiðis lýsir tú á Alfred](/fo/article/soleidis-lysir-tu-a-alfred-bad27u/)

[Lýs á in.fo við Alfred](/fo/article/lys-a-info-vid-alfred-zhn21m/)