> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Sjálvbodnar umsóknir

Sjálvboðin umsókn er ein spennandi møguleiki hjá arbeiðsplássum, sum ynskja leypandi at fáa umsóknir frá áhugaðum umsøkjarum, starvslesandi o.ø. at velja í. Hetta er somuleiðis ein góður møguleiki at vera eitt fet frammanfyri og fáa samband við møguligar umsøkjarar til komandi aktuell størv.

Sjálvboðin umsókn verður víst á fyritøkuvanganum, soleiðis at áhugaðir umsøkjarar altíð kunnu senda tykkum umsókn um starv, eisini tá ið tit ikki lýsa við ítøkiligum størvum.

Allar sjálvbodnar umsóknir vera savnaðar í ókeypis setanarskipanini, har tit leypandi kunnu viðgera innkomnar umsóknir, samskifta við umsøkjarar o.s.fr. 

### Munurin á Sjálvbodnari umsókn og vanligum starvslýsingum:

* Sjálvboðin umsókn er ætlað til generellar starvsmøguleikar, starvslesandi o.t, meðan vanligar starvslýsingar eru fyri ítøkilig størv
* Sjálvboðin umsókn verður víst á forsíðuni á fyritøkuvanganum og ikki saman við vanligum starvslýsingum
* Beinleiðis fráboðanir verða ikki sendar um sjálvbodna umsókn (eftrsum talan ikki er um lýsing fyri ítøkiligt starv)
* Sjálvboðin umsókn kann keypast fyri ein mánað í senn ella við ársgjaldi fyri lægri gjald
* Knøttur við leinki til sjálvbodna umsókn kann setast inn á tykkara heimasíðu og aðrastaðni

### Avrita umsóknir millum starvslýsingar

Arbeiðsgevarar hava møguleika at [avrita sjálvbodnar umsóknir](/fo/article/avrita-umsokn-til-annad-starv-19ctioi/) til aktuell størv, soleiðis at tær kunnu viðgerast saman við øðrum innkomnum umsóknum. 

Les eisini: 
[Avrita umsókn til annað starv](/fo/article/avrita-umsokn-til-annad-starv-19ctioi/)

### Kostnaður

Mánaðargjald: 850 kr. um mánaðin.

**Ársgjald: 6.500 kr. (spar 36%)**

Verður avroknað árliga og endurnýggjað sjálvvirkandi til Sjálvboðin umsókn verður endað.

# Soleiðis stovnar tú Sjálvbodna umsókn

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231518_m7a8p6.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231519_tp1873.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/-/2/0/9/7/209729729298d800/screenshot-2025-04-23-at-10255_10262r1.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231522_hdiimy.png)

Síðani fyllir tú út starvslýsingina, eins og vanliga [starvslýsing](/fo/article/stovna-starvslysing-1sicbsb/).

| Uppfylgjandi spurningar kunnu brúkast til at fáa meiri at vita um umsøkjarar, so lætt er at skilja sjálvbodnar umsóknir eftir starvsynski, førleikum, royndum o.s.fr.

Les eisini: 
[Uppfylgjandi spurningar til umsøkjarar](/fo/article/uppfylgjandi-spurningar-til-umsokjarar-gks9o1/)

| Innihaldið í Sjálvbodnari umsókn kann leypandi tillagast til tykkara tørv, arbeiðsuppgávur, árstíð o.a.

# Soleiðis endar tú Sjálvbodna umsókn

Fyri at enda Sjálvbodna umsókn og støðga gjaldsavtaluni skal lýsingin støðgast í lýsingafyrisitaranum.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231537_1ymw5jj.png)

# Hvar verður Sjálvboðin umsókn víst?

Sjálvboðin umsókn verður ikki víst saman við vanligum starvslýsingum, men sæst á fyritøkuvanganum. Knøttur við leinki til Sjálvbodna umsókn kann eisini setast inn á tykkara heimasíðu

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231616_zi0jk9.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231617_1hu6a9b.png)

Á fyritøkuvanganum hjá Alfred er [dømi um Sjálvbodna umsókn](https://alfred.fo/starv/almenn-umsokn-4).

# Ger Sjálvbodna umsókn eyka sjónliga

Tú kanst seta yvirlit við øllum leysum størvum inn á tykkara heimasíðu, beinleiðis frá Alfred, soleiðis at tit kunnu umsita starvslýsingar á einum stað. Eisini kunnu tit seta knøtt við leinkju til tykkara Sjálvbodnu umsókn á heimasíðuna, og soleiðis vísa umsøkjarum á møguleikan at senda tykkum umsókn.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231545_1q8rm3.png)

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot1212231549_1hpklqg.png)

# Fanga umsøkjarar við QR-kotum á staðnum
Tú kanst eisini vísa til sjálvbodnu umsóknina við eini [QR-kotu](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/fanga-umsokjarar-vid-qr-kotum-a-stadnum-1tx9474/) á staðnum, har møguligir umsøkjarar, brúkarar, kundar o.o. vitja.
---
Les eisini:
[Fanga umsøkjarar við QR-kotum á staðnum](https://hjalp.alfred.fo/fo/article/fanga-umsokjarar-vid-qr-kotum-a-stadnum-1tx9474/)