> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Skjót starvslýsing

**Skjót starvslýsing** ger tað møguligt at fylla út mest neyðugu upplýsingar og fáa starvlýsingina út í eini handavending.

### Nýggj starvslýsing

Trýst á **Nýggj starvslýsing** í valmyndini undir Starvslýsingar í fyrisitaranum.

### Vel fyritøkuvanga til starvslýsingina

* Hava tit bara ein vanga, verður hesin valdur sjálvvirkandi.
* Um tú ikki hevur stovnað starvslýsing áður, ella vilt gera nýggja fyritøkuvanga til lýsingina, byrjar rú við at skráseta mest neyðugu upplýsingar um arbeiðsplássið (navn, búmerki og lýsing).

# Stig 1: Ger starvslýsing

Vel **Skjót starvslýsing** ovast og halt fram við at fylla út starvslýsingina.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/alfrednyggjstarvslysing_4ka57n.png)

### Fyll út neyðugu upplýsingarnar um starvið

* Mynd til starvslýsing: Vel hvør mynd verður víst í starvslýsingini og hvør mynd verður víst, tá ið lýsingin verður deild á sosialum miðlum, eitt nú Facebook ella Linkedin (les eisini: [Myndir til starvslýsingar](/fo/article/myndir-til-starvslysingar-1qvnyq6/))
* Heiti á starvslýsing. Brúka eina fangandi og sigandi yvirskrift
* Starvslýsingin: Skriva sjálva starvslýsingina. Her kanst tú eisini brúka tínar egnu teigar við yvirskrift og teksti
* Starvsstaður
* Starvsslag: Fult starv, avloysarastarv o.s.fr.
* Starvsmerki: vel 1-5 viðkomandi starvsmerki. Alfred sendir øllum brúkarum, ið leita eftir hesum starvsmerkjum, beinleiðis boð um starvið 
(Les eisini: [Finn røttu starvsmerkini til starvið](/fo/article/finn-rottu-starvsmerkini-til-starvid-ot4rn3/))

# Stig 2: Útgáva og viðgerð av umsóknum

### Hvussu ynskir tú at taka ímóti umsóknum?

Vel um tú vilt taka ímóti umsóknum **gjøgnum Alfred** ella eina **vevslóð** (les eisini: [Soleiðis tekur tú ímóti umsóknum](/fo/article/soleidis-tekur-tu-imoti-umsoknum-2i5xao/))

Um tú velur at taka ímóti umsóknum **gjøgnum Alfred**, fært tú møguleika at seta **uppfylgjandi spurningar** til umsøkjarar, áðrenn teir søkja. 

Les eisini:
[Uppfylgjandi spurningar til umsøkjarar](/fo/article/uppfylgjandi-spurningar-til-umsokjarar-gks9o1/)
[Alfred setanarskipanin](/fo/article/alfred-setanarskipanin-f5gxbs/)

### Útgáva og viðgerð

Vel útgávudag og umsóknarfreist fyri starvslýsingina. Hav í huga, at um umsóknarfreist er ásett, er ikki møguligt at stytta freistina. Um eingin umsóknarfreist er ásett, kann starvslýsingin støðgast nær sum helst.

Viðgerðartíð: Alfred upplýsir umsøkjraum um mettu viðgerðartíðina.

# Stig 3: Eykatænastur

Síðsta stigið. Her er møguleiki at keypa eykatænastur, áðrenn tú heldur fram til útgávu av starvslýsingini.

Les eisini: [Ger starvið enn sjónligari við eykatænastum](/fo/article/ger-starvid-enn-sjonligari-vid-eykataenastum-1930foq/)