> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Soleiðis gert tú ein góðan Alfred vanga

# Alfred vangin - títt talgilda CV

Við einum góðum Alfred vanga er tú eitt fet nærri dreymastarvinum og longu til reiðar at søkja starv beinleiðis við Alfred appini ella heimasíðuni alfred.fo
Tú kanst leggja allar viðkomandi upplýsingar um teg á tín Alfred vanga og øll skjøl, sum eru neyðug fyri at søkja størv. 


# Tann góði Alfred vangin

Vangin inniheldur allar upplýsingar um teg, sum fyrirtøkur hava tørv á at vita, fyri at meta um teg sum møguligt starvsfólk. 

| Fyri at søkja starv, skal tín Alfred vangi vera í minsta lagi 40% útfyltur, tvs. at tú í minsta lagið skalt fylla út tínar grundupplýsingar.  Vit mæla tó til, at tú fyllir vangan út 100%, tí so er enn størri møguleiki fyri at tú fært fatur á dreymastarvinum.


![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/canva_1v9bwwy.png)

### Hesir teigar eru umráðandi at fylla út:

1. 40% Grundupplýsingar (navn, mynd, teldupostur, telefon)
2. 10% Um meg
3. 20% Starvsroyndir
4. 20% Útbúgving
5. 10% Málsligir førleikar

### 1. Grundupplýsingar

Tað er sera umráðandi, at allar grundupplýsingar eru rættar, tá ið tú søkir starv.

Trýst á pílin [>] fyri at fylla út ella rætta tínar grundupplýsingar á vanganum.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21265_fg4enf.png)

### 2. Um meg

Her skrivar tú stuttan tekst um teg sum persón. 

* Hvussu ert tú?
* Hvørjum brennur tú fyri?
* Hvørji ítriv hevur tú?
* ... ella annað, sum ger teg til ein góðan starvsfelaga

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21274_m2dr14.png)

### 3. Starvsroyndir
Her kanst tú lætt fylla út upplýsingar um tínar starvroyndir.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21195_1mavu88.png)

### 4. Útbúgvingar

Fyll út allar viðkomandi útbúgvingar

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21212_1swr5pp.png)

### 5. Málsligir førleikar

Flestu arbeiðsgevarar hava krøv ella ynski um málsligar førleikar, so her er umráðandi at tú upplýsir, hvørji mál tú tosar ella skrivar.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21285_11wxb0o.png)

# Hesar teigar mæla vit eisini til at fylla út:

### Viðfesti

Tú hevur møguleika at viðfesta viðkomandi skjøl á tín vanga, eitt nú útbúgvingarprógv, próvtøl, skeiðsprógv og viðmæli eins og skrivligar umsóknir til ítøkiligu størvini, tú søkir. Møguligt er at viðfesta upp í 10 skjøl til tín vanga.

| Arbeiðsgevarar síggja bara tey skjølini, tú velur at senda við hvørjari einstakari umsókn, og síggja ikki øll tíni viðfestu skjøl.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21303_15wo9s1.png)

### Førleikar

Undir Førleikar kanst tú fylla út allar førleikar, sum tú hevur hug, og tú heldur kunnu vera viðkomandi hjá komandi arbeiðsgevarum at vita um.

| Dømi: Android forritan, lýsingaframleiðsla, klædnasniðgeving, fyrilestrar, forritan o.s.fr.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21351_1del0pi.png)

### Leinki

Møguligt er at innseta leinki til viðkomandi heimasíður ella tín brúkara á Facebook, Linkedin ella annað

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21323_y8iysm.png)

### Tilvísingar

At enda kanst tú eisini vísa til viðmælarar, sum arbeiðsgevarar kunnu seta seg í samband við, fyri at fáa eina greiðari mynd av tær sum starvsfelaga. Tað kann eitt nú vera fyrrverandi stjóri, starvsfelagi, lærari ella annar persónur, sum kennir teg væl.

| Tað er umráðandi at viðkomandi fær at vita, at tú vísir til hennara ella hansara.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-09-03-at-21372_1kwkz17.png)
---
###### Les eisini

[Hvussu søki eg starv við Alfred?](/fo/article/hvussu-soki-eg-starv-vid-alfred-ov39z0/)
[Kann eg søkja starv uttan at hava Alfred vanga?](/fo/article/kann-eg-sokja-starv-uttan-at-hava-alfred-vanga-5pakpt/)
[Hvussu stovni eg Alfred vanga?](/fo/article/hvussu-stovni-eg-alfred-vanga-q55mvg/)

