> ## Knowledge Base Index
> Fetch the complete knowledge base index at: https://hjalp.alfred.fo/sitemap.xml
> Use this file to discover available pages before exploring further.
> Pure-Markdown content can be obtained by appending a '.md' suffix to the content URLs listed in the sitemap (without the trailing slash).

# Soleiðis tekur tú ímóti umsóknum

Tað er bæði lætt og einfalt at taka ímóti umsóknum til starvslýsingar við Alfred. Tú kanst velja ímillum at fáa umsóknir **gjøgnum Alfred setanarskipana** ella **gjøgnum vevslóð** til egna heimasíðu, umsóknarsíðu ella HR-skipan.

# Tak ímóti umsóknum gjøgnum Alfred setanarskipanina

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-10-24-at-17003_uqcmah.png)

Hetta er **viðmældi hátturin** at brúka Alfred, har ið arbeiðsgevari og umsøkjarar fáa mest burturúr. Setanarskipanin er ókeypis og sera løtt at brúka og hevur eina røð av snildum hentleikum, sum hjálpa tær til eina trygga, skjóta og smidliga setanargongd.

Les meira her: [Alfred setanarskipanin](/fo/article/alfred-setanarskipanin-f5gxbs/) 

| Skuldi tað hent seg, at umsøkjarar senda umsókn við telduposti uttanum skipanina, mæla vit til at tú sendir viðkomandi eini vinalig boð um at senda umsóknina umaftur gjøgnum Alfred skipanina við leinki til starvið á Alfred.

# Tak ímóti umsóknum gjøgnum vevslóð

Um tú ynskir at taka ímóti umsóknum gjøgnum tykkara verandi HR-skipan ella umsóknarsíðu, er hetta sjálvandi eisini ein møguleiki. Tit fáa framvegis allar ágóðar av Alfred í mun til at røkka áhugaðum umsøkjarum og skapa áhuga fyri tykkara arbeiðsplássi og størvum.

![](https://storage.crisp.chat/users/helpdesk/website/209729729298d800/screenshot-2023-10-24-at-17012_1i2dsb6.png)

|| Um tit ynskja at viðgera umsóknir manuelt í egnum umhvørvi, kunnu tit taka niður innkomnar umsóknir úr setanarskipanini, har alt hendir í einum tryggum umhvørvi, og allar umsóknir eru formateraðar eins.

Les eisini: 
[Stovna starvslýsing](/fo/article/stovna-starvslysing-1sicbsb/)
[Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina](/fo/article/soleidis-skjalfestir-tu-setanargongdina-f8rlbu/)
[Tak niður umsóknir](/fo/article/tak-nidur-umsoknir-1x33tos/)
