Bjóða umsøkjarum til samrøðu
Samrøður
Tað er sera lætt at bjóða umsøkjarar til samrøður frá metingartalvuni. Trýst á […] á umsøkjaranum, tú ynskir at bjóða, og vel "Bjóða til starvssamrøðu".

Síðani letur gluggi upp við upplýsingum um samrøðuna:
Dagfesting fyri samrøðuna
Klokkutíð (frá og til)
Staðseting fyri samrøðuna
Boð til umsøkjaran

Møguligt er at brúka ella tillaga standard tekstin. Eisini kunnu tit gera tykkara egnu skabelónir við at fara undir “Stillingar”

Tá ið boð um samrøðu eru send, fær umsøkjarin boð í Alfred appina og hevur tá møguleika at svara boðunum við trimum møguleikum:
Ja eg góðkenni
Nei eg avvísi
Eg ynski aðra tíð
Um umsøkjarin biður um aðra tíð, fært tú møguleika at senda nýggja innbjóðing til umsøkjaran.
Les eisini
Samskifti við umsøkjarar
Soleiðis avvísir tú umsóknir
Dagført tann: 29/11/2023
Takk fyri!