Greinar í: Arbeiðspláss

Fá hjálp til orðing og innihald í starvslýsingum

Alfred er Føroya fremsti serfrøðingur í starvslýsingum. Alfred dugir alt sum krevst fyri at gera eina góða og fangandi starvslýsing, sum fær fatur á røttu umsøkjarunum. Alfred veit eisini, hvussu møtumikið tað kann tykjast hjá tær, sum kanska ikki til dagliga fæst við starvslýsingar, men kanska bara ger tað fáar ferðir um árið ella sjáldnari.


Nógvir smálutir eru at minnast til:


  • Orða fangandi yvirskriftir
  • Orða greiðan, lættan og rættan lýsingatekst
  • Finna røttu myndirnar
  • Áseta neyv førleikakrøv til starvið
  • Minnast til rættar kontaktupplýsingar
  • Áseta hóskandi umsóknar- og viðgerðarfreistir
  • Fáa starvsfólkabranding við í starvslýsingina
  • Tryggja at allar umsóknir vera sendar á sama stað
  • Gera svarskriv til umsøkjarar
  • Tryggja at allir umsøkjarar fáa røttu boðini rættstundis
  • Tryggja at øll GDPR viðurskifti eru í lagi



Alfred er einasti serkøni heildarveitarin av allari gongdini frá starvslýsing til starvssetan.


Tað, sum tú kanska hvørki tímir, hevur stundir til ella dugir til fulnar, er tíbetur okkara gerandisdagur og serførleiki. Tí kanst tú trygt lata alt sum hevur við starvslýsingar og setanargongd upp í hendurnar á Alfred.


So tað loysir seg altíð at spyrja Alfred um hjálp, tá tú skalt í gongd við starvslýsingar.


Les eisini:

Spyr Alfred fyrst, tá tú skalt finna starvsfólk

Hví hevur starvsfólkabranding týdning?

Dagført tann: 14/08/2025

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!