Greinar í: Arbeiðspláss

Fanga umsøkjarar við QR-kotum á staðnum


Hevur tú javnan brúk fyri starvsfólki og vilt tú hava fatur á møguligum umsøkjarum, so skjótt og lætt sum til ber og helst áðrenn onkur annar?

Ein sera snildur máti at fanga møguligar umsøkjarar er, at gera vart við størvini á sjálvum arbeiðsplássinum, við diskin ella har tykkara kundar og brúkarar og onnur vitja. Við einum QR-merki gert tú tað lætt hjá møguligum umsøkjarum at lesa meira um starvsmøguleikar og senda eina skjóta umsókn. Og við snildu Alfred setanarskipanini kanst lætt halda skil á innkomnum umsóknum og samskifta við umsøkjarar.

Sig bara til, um tú ynskir QR-merki til títt arbeiðspláss, so fært tú snøgg klistrimerki klár at brúka.

Um tú vísir til eina sjálvbodna umsókn, kanst tú leypandi taka ímóti umsóknum og skapa samband við møgulig komandi starvsfólk.

Les eisini:
Sjálvbodnar umsóknir
Alfred setanarskipanin

Dagført tann: 18/12/2024

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!