Fanga umsøkjarar við QR-kotum á staðnum
Hevur tú javnan brúk fyri starvsfólki og vilt tú hava fatur á møguligum umsøkjarum, so skjótt og lætt sum til ber og helst áðrenn onkur annar?
Ein sera snildur máti at fanga møguligar umsøkjarar er, at gera vart við størvini á sjálvum arbeiðsplássinum, við diskin ella har tykkara kundar og brúkarar og onnur vitja. Við einum QR-merki gert tú tað lætt hjá møguligum umsøkjarum at lesa meira um starvsmøguleikar og senda eina skjóta umsókn. Og við snildu Alfred setanarskipanini kanst lætt halda skil á innkomnum umsóknum og samskifta við umsøkjarar.
Um tú vísir til eina sjálvbodna umsókn, kanst tú leypandi taka ímóti umsóknum og skapa samband við møgulig komandi starvsfólk.
Les eisini:
Sjálvbodnar umsóknir
Alfred setanarskipanin
Dagført tann: 18/12/2024
Takk fyri!