Hvat er starvsfólkabranding?
Starvsfólkabranding (Employer Branding) er ein tilgongd, har ein fyritøka byggir upp og viðlíkaheldur eitt sterkt og jaligt umdømi sum arbeiðspláss. Hetta fevnir millum annað um at vísa á fyritøkumentan, virðir, arbeiðsumhvørvi, starvsfólkaágóðar og fyrimunir fyri at draga til sín og varðveita góð og dugnalig starvsfólk. Endamálið er at skapa sær ein kappingarfyrimun við eini sterkari ímynd av arbeiðsplássinum sum eitt gott stað at arbeiða - bæði fyri verandi og komandi starvsfólk. Eitt sterkt Employer Brand skapar eitt kensluligt samband við møguligar umsøkjarar og hjálpir teimum at síggja seg sjálvan og teirra leiklut í felagsskapinum.
[Hoyr innslag í GMF um starvsfólkabranding
](https://kvf.fo/greinar/2024/10/07/arbeidsplass-skulu-laera-siga-sina-sogu)
Starvsfólkabranding fokusøki
Niðanfyri eru nøkur týdningarmikil øki at fokusera á, um tit ynskja at brúka tykkara Employer Brand til at tiltrekkja góðar umsøkjarar.
1. Fyritøkumentan
Starvsfólkabranding gevur starvssøkjandi innlit í mentanina, virðini og arbeiðsumhvørvið hjá fyritøkuni, sum kann skapa áhuga fyri at søkja starv, um hetta samsvarar við teirra egnu ynski og virðir.
2. Umdømi og álit
Eitt sterkt starvsfólkabrand byggir álit og dregur starvsøkjandi til sín, sum leita eftir fyritøkum við góðum umdømi og trúvirði.
3. Javnvág millum arbeiðslív og privatlív
Arbeiðspláss, sum leggja dent á góðar arbeiðstreytir og fyrimunir, eru meira spennandi serliga hjá starvssøkjandi, ið leggja dent á frælsi, smidleika og sjálvræði.
4. Starvsmenningarmøguleikar
Arbeiðspláss sum bjóða og framhevja møguleikar fyri starvsmenning, draga eldhugaðar umsøkjarar til sín, sum ynskja langtíðar menning og vøkstur á starvsleiðini.
4. Framstig og leiðandi marknaðarstøða
Starvssøkjandi, serliga í vinnugreinum við nógvari kapping, verða drigin at arbeiðsplássum, ið ganga á odda, eru nýskapandi ella í fremstu røð innan menning.
5. Starvsfólkaupplivingar og umboð
Starvsfólkaupplivingar kunnu hava stóra ávirkan á, hvussu ein fyritøka verður uppfatað. Møguligir umsøkjarar eru meira áhugaðir at søkja størv hjá fyritøkum, har starvsfólk siga seg vera nøgd við sítt starv og hava stoltleika í teirra arbeiði.
6. Inklusjón og fjølbroytni
Eitt innkluderandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi er ein vaksandi raðfesting hjá starvssøkjandi. Arbeiðspláss, sum fremja tiltøk fyri inkludering og at vísa á fjølbroytni í starvsfólkahópinum, kunnu vera meira áhugaverd í mun til kappingarneytar.
Meðan starvsfólkabrandið dregur starvsfólk til sín og byggir álit yvir tíð, hevur starvslýsingin beinleiðis ávirkan á, um ein umsøkjari velur at søkja eitt ítøkiligt starv hjá fyritøkuni. Hjá fyritøkum við einum sterkum starvsfólkabrandi kann ein væl úr hondum greidd starvslýsing skapa best hugsandi møguleikarnar fyri at røkka bestu umsøkjararunum. Men um starvsfólkabrandið er veikt, kann sjálvt tann besta starvslýsingin hava trupult við at lokka bestu umsøkjararnar, tí umsøkjarar raðfesta ofta samlaðu fyritøkumentanina, umdømið og virðini í teirra avgerðartilgongd.
Les eisini:
Hví hevur Starvsfólkabranding týdning?
Dagført tann: 15/10/2024
Takk fyri!