Greinar í: Arbeiðspláss

Hvat siga arbeiðsgevarar um Alfred?

Góð úrslit og nøgdir arbeiðsgevarar



Við fleiri enn 11.500 brúkarum ella 40% av føroysku arbeiðsfjøldini tosa tølini sítt greiða mál og vit kunnu fegnast um, at Alfred hvønn dag gevur arbeiðsgevarum nógvar og góðar umsóknir til teirra størv umframt eina trygga og smidliga setanargongd. Hetta er eisini gjøgnumgangandi nakað av tí, ið okkara væl nøgdu kundar fortelja okkum og sum vit síggja beinleiðis í okkara hagtølum

🧡 At kundarnir harumframt eru væl nøgdir við okkara kundatænastu og ráðgeving kunnu vit bara fegnast enn meira um

Niðanfyri eru nøkur dømi um afturmeldingar frá arbeiðsgevarum ...

Vinnustovnurin fór all in



Vinnustovnurin hevur brúkt Alfred til fulnar og latið Alfred tikið sær av stórt sæð øllum, ið hevur við teirra starvssetanir at gera – bæði viðvíkjandi innihaldi í starvslýsingum, marknaðarføring av arbeiðsplássunum (fyritøkuvangunum) umframt at fáa starvslýsingar í aðrar miðlar (SoMe, Linkedin, starv.fo, in.fo og portal.fo). Soleiðis hevur Vinnustovnurin tryggjað sær eina góða strategi, gott innihald og góða eksponering av teirra størvum og arbeiðsplássum við tí úrsliti, at tey hava fingið nógvar og góðar umsóknir til teirra størv.

Við Alfred hava vit fingið nógvar væl skikkaðar umsóknir til okkara størv. Tað er bæði skjótt og lætt at samstarva við Alfred, sum tekur sær av allari prosessini og syrgir fyri, at starvslýsingarnar koma út á allar viðkomandi miðlar. Við okkara fyritøkuvangum á Alfred verður arbeiðsplássið eisini marknaðarført á besta hátt, soleiðis at umsøkjarar fáa eina góða mynd av, hvussu tað er at vera starvsfólk hjá okkum. Súsanna Leo, Vinnustovnurin

Les kundasøguna her

Fyritøkuvangin hjá Vinnustovninum
Spyr Alfred fyrst, tá tú skalt finna starvsfólk
Hvussu fái eg mest burturúr Alfred?

Intersport og GDPR



Við Alfred fingu vit skjótt og lætt fatur á starvsfólkum til okkara handlar. Vit fingu greitt yvirlit yvir umsóknir, samskiftu við umsøkjarar og góvu fólki atgongd at viðgera umsóknir. Harumframt sluppu vit eisini undan øllum GDPR ivamálum. Josef Abrahamsen, Intersport

Alfred setanarskipanin

Einfalt og lætt at finna stjórar til Visit Tórshavn og Sjósavnið



Tá ið nýggjur stjóri skuldi finnast, valdu vit Alfred, fyri at tryggja eina góða og effektiva setanartilgongd. Við at avgreiða alt í somu skipan, spardu vit nógva tíð og funnu rætta stjóran millum nógvar góðar umsøkjarar. Henny á Líknagøtu, Visit Tórshavn

Alfred er ein stak góð skipan til at stýra einari setanartilgongd, halda skil á samskiftinum við umsøkjarar og metingini av teimum hjá einum setanarbólki. Skipanin er einføld men hevur tó mest týðandi funkurnar. Dánial Hoydal, Sjósavnið

Tjóðsavnið fekk gott yvirlit



"Setanartilgongdin, heilt frá lýsing til viðgerð, er vorðin munandi lættari við Alfred. Skipanin gevur gott yvirlit yvir umsøkjarar og ikki minst kann allur setanarbóllkurin hava atgongd til umsóknir og lesa tær ígjøgnum, tá ið tað passar teimum og uttan at tær verða skrivaðar út. Harafturat er tað munandi lættari at samskifta við umsøkjarar gjøgnum Alfred skipanina heldur enn gjøgnum teldupost. Eisini er tað lættari at strika alt samskiftið, tá ið setanartilgongdin er endað."
Sanna Hansen, Tjóðsavnið

Les kundasøguna her

Alfred røkkur øllum sløgum av starvssøkjandi



Tá ið vit endurlýstu eitt starv við Alfred, fingu vit nógvar fyrispurningar og heili 13 nýggjar umsóknir. Tað er heilt týðuligt, at lýsingin hevur rokkið longri enn áður. - Hedvig Johansdóttir, Dugni

Vit hjá Glitnir hava verið sera væl nøgd við Alfred skipanina og tænasturnar, sum vit hava fingið. Við Alfred hava vit millum annað funnið barrvørðir, duravørðir, uppvaskarar, køksfólk, avruddarar og onnur. Alfred setanarskipanin hevur gjørt setanargongdina bæði skjótari og lættari fyri okkum, og vit kunnu altíð roknað við teirra framúrskarandi tænastum. Gurli Niclassen, Glitnir


Skal Alfred eisini hjálpa tær?



Ring 51 79 51, skriva á alfred@alfred.fo ella finn okkum í kjattinum ↘

Les eisini:
Spyr Alfred fyrst, tá tú skalt finna starvsfólk
Hvat kostar tað at lýsa á Alfred?

Dagført tann: 15/04/2025

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!