Greinar í: Arbeiðspláss

Hví hevur starvsfólkabranding týdning?

Tað góða arbeiðsplássið hevur avgerandi týdning fyri avgerðina um at søkja starv



Starvssøkjandi leita ikki bara eftir viðkomandi og spennandi størvum, men leita í stóran mun eisini eftir spennandi arbeiðsplássum, sum liva upp til teirra krøv, ynski, samleika og virðir. Arbeiðspláss, sum eru tilvitað um starvsfólkabranding og duga væl at fortelja søguna um seg sjálvi, hava tískil munandi betri møguleikar fyri at fáa nógvar og góðar umsóknir til teirra størv enn arbeiðspláss, sum gera minni burturúr hesum. Hetta er ikki minst galdandi við lágum arbeiðsloysi, tá starvssøkjandi nærum kunnu velja frítt millum størv og arbeiðpláss.

Les eisini:
Hvat er starvsfólkabranding?
Stutt framløga um Alfred hugsanarháttin



DØMI: Tvær fyritøkur søkja eftir sølufólki. Bæði størvini hava á leið somu uppgávur, setanartreytir o.a. Fyritøka A ger nógv burturúr at fortelja um arbeiðsplássið, starvsfelagar, umhvørvi, trivnað o.s.fr. meðan fyritøka B ikki ger nakað burturúr hesum. Hvør av fyritøkunum man fáa fleiri og betri umsóknir til starvið?

Ikki nóg mikið bara at marknaðarføra starvið


Um arbeiðsgevarar í størstan mun fokusera upp á sjálvt starvið, starvsinnihald, uppgávur, førleikakrøv, setanarviðurskifti o.s.fr. er vandi fyri, at tann starvssøkjandi ikki fær eina fullfíggjaða og rætta mynd av, hvat starvið inniber – ikki bara í mun til tað fakliga, men eisini í mun til trivnað, sosiala samveru, persónliga menning o.s.fr.

Tískil ræður um, altíð at hava báðar síður við, tá lýst verður við størvum og tryggja sær, at ein møguligur umsøkjari beinanvegin fær eina góða og rættvísandi mynd av bæði starvinum og arbeiðsplássinum.



Alfred er einasti pallurin, sum til fulnar tekur hædd fyri samansetta tørvinum hjá starvssøkjandi at finna spennandi størv OG spennandi arbeiðspláss og hjá arbeiðsplássum at marknaðarføra teirra størv OG sjálvt arbeiðsplássið. Alfred gevur harumframt starvsleitandi møguleika at tillaga teirra starvsynski við starvsvaktini.

Við fyritøkuvanganum er lætt at framhevja tað, sum eyðkennir arbeiðsplássið eitt nú í mun til arbeiðhumhvørvi, trivnað, starvsfelagar, serligar ágóðar o.a.

Hvat er ein fyritøkuvangi?

Við Alfred kunnu starvssøkjandi skifta ímillum at hyggja eftir størvum og arbeiðsplássum og soleiðis finna mest spennandi størvini og mest lokkandi arbeiðsplássini.

Starvsfólkabranding er avgerandi


Employer Branding hevur ein týdningarmiklan lut í avgerðini hjá einum starvssøkjandi um at søkja eitt starv. Tað hevur ávirkan á, hvussu ein fyritøka verður uppfatað av møguligum umsøkjarum, og kann beinleiðis ávirka teirra áhuga fyri starvsmøguleikum.

Eitt sterkt starvsfólkabrand kann gera størv enn meiri spennandi og viðkomandi. Eitt veikt starvsfólkabrand kann hinvegin gera annars spennandi størv minni viðkomandi og áhugaverd hjá umsøkjarum.

Starvsfólkabranding við Alfred


Við tykkara fyritøkuvanga kunnu tit á ein snildan og lættan hátt marknaðarføra tykkara arbeiðspláss og vísa á allar viðkomandi fyrimunir, hagtøl, mentan, umhvørvi og annað. Alfred vegleiðir fegin um, hvussu tit kunnu gera tykkara starvsfólkabrand sjónligt, spennandi og lokkandi og sostatt økja um sannlíkindini fyri at fáa fleiri og betri umsóknir.


Les eisini:
Hvussu stovni eg fyritøkuvanga?
Hvat er ein fyritøkuvangi?

Dagført tann: 15/10/2024

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!