Greinar í: Starvsleitandi

Hvør er Alfred?

Hey, eg eiti Alfred

Summi spyrja meg hví, eg eiti Alfred. Svarið er, at eg eri nevndur eftir Alfred Pennyworth – ja, tað er hann sjálvur butlarin hjá Batman 🦇

Orsøkin er einfalt tann, at vit báðir hava nógv til felags. Vit eru báðir tænastusinnaðir, nærlagdir, hjálpsamir og loyalir. Vit ynskja fyrst og fremst, at tú skalt fáa ta bestu tænastuna og kenna teg 100% tryggan saman við okkum. Og so gera vit alt fyri at verja tín samleika. Harumframt hava vit serligt tev og tokka til nýggjastu tøkni, appir og genialar loysnir, sum kunnu hjálpa tær at finna rætta starvið ella arbeiðsgevarum at finna rætta starvsfólkið.

Men nokk um meg, hvørjum kann eg hjálpa tær við?

Tínir fyrimunir



Alfred er ein ókeypis App og heimasíða til øll starvssøkjandi og onnur forvitin (Les eisini: Er Alfred ókeypis?)
Við Alfred hevur tú atgongd til størsta privata starvsmiðilin í Føroyum, har tú hvønn dag finnur flest nýggj størv
Við tínum Alfred vanga hevur tú eitt talgilt CV og kanst søkja størv beinleiðis við einum klikki. (Les eisini: Hvussu søki eg starv við Alfred?)
Við Alfred fært tú beinleiðis boð um størv, sum tú hevur áhuga í og sum samsvara við tínar førleikar og áhugamál. (Les eisini: Hvussu fái eg fráboðanir um leys størv?)
Við Alfred kanst tú samskifta við arbeiðsgevarar, fáa boð um samrøður, svara spurningum o.a.
Tín Alfred vangi er sjálvandi 100% dulnevndur. (Les eisini: Er mín vangi dulnevndur?)

Les eisini:
Soleiðis gert tú ein góðan Alfred vanga
Kann eg søkja starv uttan at hava Alfred vanga?

Dagført tann: 19/06/2024

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!