Hvussu er best at taka ímóti umsóknum?
Tá ið tú skalt lýsa við størvum, er umráðandi, at tú velur rætta og besta háttin at taka ímóti starvsumsóknum fyri at tryggja, at alt fer rætt fram og fyri lætta um restina av setanargongdini. Tað er eru grundleggjandi tveir mátar at taka ímóti starvsumsóknum: Við eini umsóknarskipan (ATS) ella við telduposti.
Fyrimunir við ATS eru millum annað:
- Trygdargoymsla (GDPR-samsvarandi)
- Sjálvvirkandi váttan fyri móttøku
- Lætt at skipa og sortera umsóknir
- Goymir samskifti og skjalasøgu
- Kann anonymisera ella strika dátur eftir umsóknarfreist
- Skipað viðgerð av umsóknum
- Torført at halda yvirlit yvir nógvar umsóknir
- Møguligur trygdarvandi, um posturin ikki er væl vardur
- Vandi fyri missi av dátum ella brot á GDPR, um skjalagoymslan ikki er trygg
- Eingin skipað viðgerð av umsóknum
Alfred setanarskipanin - ókeypis ATS fyri øll
Um tú ikki longu hevur eina umsóknarskipan ella HR-skipan, kanst tú lættliga brúka snildu og tryggu Alfred setanarskipanina, sum tú fært ókeypis atgongd til, tá ið tú lýsir við størvum á Alfred. Soleiðis kanst tú taka ímóti og viðgera umsóknir á ein tryggan og professionellan hátt, uttan at noyðast at gera íløgu í nakra skipan.
Les eisini:
Dagført tann: 11/04/2025
Takk fyri!