Greinar í: Starvsleitandi

Hvussu fái eg fráboðanir um leys størv?

Starvsvaktin gevur tær boð um viðkomandi størv



Við Alfred kanst tú leita eftir størvum og fáa beinleiðis fráboðanir um leys størv, ið samsvara við júst tíni ynski.

Soleiðis gert tú tína egnu starvsvakt



Starvsvaktin hjálpir tær at fáa mest burturúr Alfred. Við starvsvaktini fært tú boð, í somu løtu viðkomandi størv verða løgd út.

Tú kanst velja at fáa fráboðanir um leys størv í mun til:

Starvsmerki fyri ávís størv (eitt nú sølustørv, leiðslustørv, bakari, námsfrøðingur o.s.fr.)
Arbeiðsslag (eitt nú fulltíðarstørv, avloysarastørv, lærupláss o.s.fr.)
Starvsstaður (eitt nú Suðurstreymoy, Suðuroy ella Norðoyggjar)

Tú kanst altíð broyta tína starvsvakt, um tú heldur at tú fært ov fáar ella ov nógvar fráboðanir. Jú neyvari starvsmerki tú velur, neyvari fráboðanir fært tú.


Soleiðis fært tú fráboðanir






Les eisini:
Hvussu stovni eg Alfred vanga?
Soleiðis gert tú ein góðan Alfred vanga
Hvussu søki eg starv við mínum Alfred vanga?

Dagført tann: 04/09/2023

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!