Greinar í: Arbeiðspláss

Hvussu fái eg mest burturúr Alfred?

Fá fullan ágóða av Alfred



Alfred er ein fullfíggjað setanarskipan, har tú trygt og lætt kansta handfara alla gongdina frá starvslýsing til starvssetan. Hetta merkir at tú ikki nýtist at brúka fleiri skipanir, fleiri lýsingapallar ella veitarar, tá tú skalt seta nýggj starvsfólk.

Fyri at fáa fullan ágóða av skipanini og øllum hentleikunum og harvið spara tíð og pening, mæla vit til at fylgja hesum leiðreglum:

Ger tær ómak, tá tú skrivar og setur starvslýsingina upp, so hon gevur eina rætta og neyva mynd av starvsinnihaldinum og krøvunum til umsøkjaran.
(Les eisini: Soleiðis stovnar tú starvslýsing á Alfred)
Málrætta starvið við at velja røttu starvsmerkini til starvið
(les eisini: Hvussu málrætti eg starvið til áhugaðar umsøkjarar?)
Brúka ókeypis setanarskipanina at móttaka og viðgera umsóknir
(les eisini: Hvat er Alfred setanarskipanin?)

Fyri at kunna viðgera umsóknir trygt og lætt við Alfred setanarskipanini er umráðandi at allar umsóknir koma inn í skipanina.

Brúka tí Alfred sum grundskipan og leinkja til Alfred starvið allastaðni, starvið verður lýst, eitt nú á starv.fo, egnari heimasíðu, sosialum miðlum, tíðindaportalum o.s.fr.

Við hesum fært tú gagnnýtt sjónligheitina og ferðsluna frá øðrum miðlum og fullfíggjað setanargongdina og brúkaraupplivingina hjá Alfred.



Fylgir tú hesum fáu leiðreglum, tryggjar tú tær, at tú fært fullan ágóða av Alfred frá lýsing til setan.

Dagført tann: 09/01/2024

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!