Greinar í: Arbeiðspláss

Myndir til starvslýsingar

Forsíðumynd á starvslýsingum

Nú er møguligt at velja, hvør mynd verður víst á starvslýsinigini.


Mynd frá fyritøkuvanga

Um forsíðumynd er á fyritøkuvanganum, verður hendan sjálvvirkandi vald sum forsíðumynd á nýggjum starvslýsingum.


Nýggj mynd

Tú kanst velja nýggja mynd at brúka sum forsíðumynd á starvslýsingum.

Trýst á pennin ovast í høgra horni á myndini fyri at broyta forsíðumynd.


Stødd á forsíðumynd

Besta stødd á forsíðumynd er 1200 x 600 px.


Mynd til sosialar miðlar

Í sambandi við at tú stovnar starvslýsingar, hevur tú møguleika at velja, hvør mynd verður víst, tá ið lýsingin verður deild á sosialum miðlum, eitt nú Facebook ella LinkedIn.


Búmerki

Búmerki er sjálvvalda valið og tá verður búmerki víst á myndini, sum verður víst á sosialum miðlum.


Forsíðumynd

Tað er eisini møguligt at velja forsíðumyndina at brúka sum mynd til deiling á sosialum miðlum.


Vel mynd

Tú kanst eisini velja tína egnu mynd, um tú ynskir ávísa mynd til sosialar miðlar.

Dagført tann: 09/10/2023

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!