Greinar í: Arbeiðspláss

Røkk flest umsøkjarum við in.fo + Alfred

Tað besta frá báðum





Við at lýsa við tínum starvi á Alfred og á in.fo fært tú allar fyrimunirnar frá tveimum pallum, sum eru sterkir á hvør sín hátt:

Raka breitt við in.fo


Lesarar, sum síggja og vera fangaðir av tínum starvslýsingum
Starvsleitandi, sum eru von við at finna størv á in.fo
in.fo er ein av mest lisnu tíðindamiðlunum við fleiri enn 25.000 dagligum lesarum
130.000 síðuvísingar um dagin

Sikta væl við Alfred


Fráboðanir beinleiðis til aktivt starvssøkjandi brúkarar
Ikki aktivt starvssøkjandi, sum kortini halda eyga við møguleikum við Alfred
Útisetar og starvssøkjandi úti í heimi

Sostatt eru góðir møguleikar fyri at røkka møguligum áhugaðum umsøkjarum millum mongu lesararnar. Eisini eru føroyingar vanir við at síggja og finna starvslýsingar á in.fo.

Vit mæla altíð til, eisini at vera til staðar á in.fo, har nógv ferðsla er og lesarin er vanur við at síggja starvslýsingar.

Alfred hevur beinleiðis samband við 1/3 av arbeiðsfjøldini


Alfred er einasti starvsmiðil í Føroyum, sum tekur sær av allari gongdini frá starvslýsing til starvssetan. Við 10.000 skrásettum brúkarum hevur Alfred beinleiðis samband við 1/3 av samlaðu arbeiðsfjøldini í Føroyum, umframt túsundtals brúkarar, sum ikki hava skrásett seg, men vitja Alfred dagliga.

Alfred er ein starvsmiðil burturav og hevur mest motiveraðu og uppsøkjandi brúkararnar. Harumframt er brúkaraupplivingin hjá umsøkjarum betri enn nakra aðrastaðni.

Frá lýsing til setan í somu skipan


Umframt at hava beinleiðis samband við starvsleitandi í Føroyum og kring allan heimin, er Alfred ein nútímans og framkomin setanarskipan, har arbeiðsgevarar lætt, (GPDR) trygt og púra ókeypis kunnu handfara alla setanargongdina.

Avgreið alt á einum stað


Við sjálvgavgreiðsluni hjá Alfred kanst tú skjótt og lætt í eini og somu arbeiðsgongd leggja tínar starvslýsingar út á Alfred og in.fo. Soleiðis fært tú tína starvslýsing út til flest møguligar umsøkjarar.

Ein arbeiðsgongd
Ein rokning
Ein veitari

Spyr Alfred fyrst, tá tú skalt finna starvsfólk

Soleiðis gert tú:



Ring á 517951
Finn okkum í tjattinum niðast í høgra horni
Send teldupost til alfred@alfred.fo
Ella byrja her: Soleiðis lýsir tú á Alfred

Lýs á in.fo við Alfred

Dagført tann: 06/09/2024

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!