Greinar í: Starvsleitandi

Soleiðis gert tú ein góðan Alfred vanga

Alfred vangin - títt talgilda CV



Við einum góðum Alfred vanga er tú eitt fet nærri dreymastarvinum og longu til reiðar at søkja starv beinleiðis við Alfred appini ella heimasíðuni alfred.fo
Tú kanst leggja allar viðkomandi upplýsingar um teg á tín Alfred vanga og øll skjøl, sum eru neyðug fyri at søkja størv.


Tann góði Alfred vangin



Vangin inniheldur allar upplýsingar um teg, sum fyrirtøkur hava tørv á at vita, fyri at meta um teg sum møguligt starvsfólk.

Fyri at søkja starv, skal tín Alfred vangi vera í minsta lagi 40% útfyltur, tvs. at tú í minsta lagið skalt fylla út tínar grundupplýsingar. Vit mæla tó til, at tú fyllir vangan út 100%, tí so er enn størri møguleiki fyri at tú fært fatur á dreymastarvinum.




Hesir teigar eru umráðandi at fylla út:



40% Grundupplýsingar (navn, mynd, teldupostur, telefon)
10% Um meg
20% Starvsroyndir
20% Útbúgving
10% Málsligir førleikar

1. Grundupplýsingar



Tað er sera umráðandi, at allar grundupplýsingar eru rættar, tá ið tú søkir starv.

Trýst á pílin [>] fyri at fylla út ella rætta tínar grundupplýsingar á vanganum.



2. Um meg



Her skrivar tú stuttan tekst um teg sum persón.

Hvussu ert tú?
Hvørjum brennur tú fyri?
Hvørji ítriv hevur tú?
... ella annað, sum ger teg til ein góðan starvsfelaga



3. Starvsroyndir


Her kanst tú lætt fylla út upplýsingar um tínar starvroyndir.



4. Útbúgvingar



Fyll út allar viðkomandi útbúgvingar



5. Málsligir førleikar



Flestu arbeiðsgevarar hava krøv ella ynski um málsligar førleikar, so her er umráðandi at tú upplýsir, hvørji mál tú tosar ella skrivar.



Hesar teigar mæla vit eisini til at fylla út:



Viðfesti



Tú hevur møguleika at viðfesta viðkomandi skjøl á tín vanga, eitt nú útbúgvingarprógv, próvtøl, skeiðsprógv og viðmæli eins og skrivligar umsóknir til ítøkiligu størvini, tú søkir. Møguligt er at viðfesta upp í 10 skjøl til tín vanga.

Arbeiðsgevarar síggja bara tey skjølini, tú velur at senda við hvørjari einstakari umsókn, og síggja ikki øll tíni viðfestu skjøl.



Førleikar



Undir Førleikar kanst tú fylla út allar førleikar, sum tú hevur hug, og tú heldur kunnu vera viðkomandi hjá komandi arbeiðsgevarum at vita um.

Dømi: Android forritan, lýsingaframleiðsla, klædnasniðgeving, fyrilestrar, forritan o.s.fr.



Leinki



Møguligt er at innseta leinki til viðkomandi heimasíður ella tín brúkara á Facebook, Linkedin ella annað



Tilvísingar



At enda kanst tú eisini vísa til viðmælarar, sum arbeiðsgevarar kunnu seta seg í samband við, fyri at fáa eina greiðari mynd av tær sum starvsfelaga. Tað kann eitt nú vera fyrrverandi stjóri, starvsfelagi, lærari ella annar persónur, sum kennir teg væl.

Tað er umráðandi at viðkomandi fær at vita, at tú vísir til hennara ella hansara.



Les eisini


Hvussu søki eg starv við Alfred?
Kann eg søkja starv uttan at hava Alfred vanga?
Hvussu stovni eg Alfred vanga?

Dagført tann: 14/10/2024

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!