Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina
Hevur tú tørv á at skjalfesta setanargongdina, eitt nú í sambandi við umbønir um alment innlit ella onnur fyrisitingarlig krøv? Alfred setanarskipanin ger tað lætt at skjalfesta øll skjøl og alla gongdina.
Tak niður útvaldar umsóknir
Tú kanst taka umsóknir sum tú hevur lagt í sama teig niður í einum. Tú kann bólka umsóknir í ein verandi teig, sum niðanfyri í teigin "Samrøða", ella tú kanst stovna ein nýggjan teig til skjalfesting, og flyta umsóknirnar í hendan teigin. Trýst á teir trýggjar prikkarnar ovast í teiginum, og vel "Tak niður" í valmyndini sum kemur fram.
Tak niður einstakar umsóknir
Trýst á einstøku umsóknina, ið tú ynskir at taka niður. Fram kemur ein mynd sum hendan niðanfyri. Nú ber til at velja at taka niður umsókn og viðfesti, jb. pílarnar.
Soleiðis gert tú fyri at taka niður allar umsóknir og alla setanartilgongdina
Í setanartalvuni trýst á […] í ovasta høgra horni
Síðani velur tú
- "Les út til Excel" (verður goymt á telduni)
- "Tak niður viðfesti" fyri at fáa øll viðfest skjøl frá umsøkjarum (leinkja verður send til brúkaran, sum tú velur)
- "Tak niður videosamrøður" fyri at fáa upptiknar videosamrøður frá umsøkjarum (leinkja verður send til brúkaran, sum tú velur)
Síðani kanst tú journalisera tilfarið í tykkara journalskipan
Hetta verður skjalfest
Excel skjalið inniheldur
- Nøvn á umsøkjarum
- Persónsupplýsingar um umsøkjarar
- Allar upplýsingar frá Alfred vanganum hjá umsøkjarum
- Notur, viðmerkingar, grundgevingar o.a. hjá setanarbólkinum
- Alt samskifti við umsøkjarar í setanargongdini
Les eisini: Alfred setanarskipanin
Dagført tann: 21/09/2023
Takk fyri!