Greinar í: Arbeiðspláss

Spyr Alfred fyrst, tá tú skalt finna starvsfólk



Alfred er Føroya fremsti serfrøðingur í starvslýsingum. Alfred dugir alt sum krevst fyri at gera eina góða og fangandi starvslýsing, sum fær fatur á røttu umsøkjarunum og er harumframt nógv tann snildasti og bíligasti starvsmiðilin sum finst.

Hjá Alfred vita vit alt um, hvat krevst, tá ið søkjast skal eftir starvsfólki - og tað er ikki bara bara. Vit vita, hvussu møtumikið tað kann tykjast hjá tær, sum kanska ikki til dagliga fæst við starvslýsingar, men kanska bara ger tað fáar ferðir um árið ella sjáldnari.

Nógvir smálutir eru at minnast til:



Skriva fangandi og greiðan lýsingatekst
Áseta neyv og røtt førleikakrøv til starvið
Áseta rættar kontaktupplýsingar
Áseta hóskandi umsóknar- og viðgerðarfreistir
Tryggja at allar umsóknir vera sendar á sama stað
Gera svarskriv til umsøkjarar
Tryggja at allir umsøkjarar fáa røttu boðini rættstundis
Tryggja at øll GDPR viðurskifti eru í lagi

Og tá tað er gjørt, skal eisini hugsast um:



Hvar starvið skal lýsast
Hvussu nógvir pengar skulu brúkast
Hvat er rætti prísurin fyri starvslýsingina

Og framvegis kanst tú ivast í:



Um tú røkkur røttu umsøkjarunum?
Um tú kundi rokkið fleiri, um tú lýsti øðrvísi?
Um samsvar er millum útreiðslur og úrslit?

Alfred er einasti serkøni heildarveitarin av allari setanargongdini frá starvslýsing til starvssetan.

Tað, sum tú kanska hvørki tímir, hevur stundir til ella dugir til fulnar, er tíbetur okkara gerandisdagur og serførleiki. Tí kanst tú trygt lata alt sum hevur við starvslýsingar og setanargongd upp í hendurnar á Alfred.



Alfred riggar best, kostar minst og veit mest



Ring 517951, skriva til alfred@alfred.fo ella finn okkum í tjattinum ↘


Les eisini:
Soleiðis lýsir tú á Alfred
Hvat kostar tað at lýsa á Alfred?
Hvussu keypi eg lýsingapakkar?
Starvsbólkar og starvsleitandi
Hvussu nógv síggja mínar starvslýsingar?

Dagført tann: 19/06/2024

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!