Stovna starvslýsing
Trýst á Nýggj starvslýsing í valmyndini undir Starvslýsingar í fyrisitaranum.
Vel fyritøkuvanga til starvslýsingina
- Hava tit bara ein vanga, verður hesin valdur sjálvvirkandi
- Um tú ikki hevur stovnað starvslýsing áður, ella vilt gera nýggjan fyritøkuvanga til lýsingina, byrjar tú við at skráseta mest neyðugu upplýsingar um arbeiðsplássið (navn, búmerki og lýsing)
Stig 1: Ger starvslýsing
Fyll út neyðugar upplýsingar um starvið
- Myndir til starvslýsingina: Vel hvør mynd verður víst í starvslýsingini og hvør mynd verður víst, tá ið lýsingin verður deild á sosialum miðlum, eitt nú Facebook ella LinkedIn
- Heiti á starvslýsing. Brúka eina fangandi og sigandi yvirskrift
- Starvslýsingin: Skriva sjálva starvslýsingina. Her kanst tú eisini brúka tínar egnu teigar við yvirskrift og teksti
- Starvsstaður
- Starvsslag: Fult starv, avloysarastarv o.s.fr.
- Starvsmerki: vel 1-5 viðkomandi starvsmerki. Alfred sendir øllum brúkarum, ið leita eftir hesum starvsmerkjum, beinleiðis boð um starvið (Les eisini: Finn røttu starvsmerkini til starvið)
Fleiri valmøguleikar at fylla út
- Førleikar: At velja viðkomandi førleikar til starvið gevur starvssøkjandi betri møguleika at meta um starvið og um tey hava neyðugu førleikarnar
- Tungumál: Áset um kunnleiki til ávís tungumál er kravdur í mun til starvið
- Lønarviðurskifti
- Arbeiðsplássið: her kanst tú nevna um starvið er serliga væl egnað til ávísar bólkar ella um nakað serligt er við arbeiðsumhvørvinum
Stig 2: Útgáva og viðgerð av umsóknum
Hvussu ynskir tú at taka ímóti umsóknum?
Vel um tú vilt taka ímóti umsóknum gjøgnum Alfred ella eina vevslóð
Um tú velur at taka ímóti umsóknum gjøgnum Alfred, fært tú eina røð av møguleikum, eitt nú at seta uppfylgjandi spurningar til umsøkjarar, áðrenn teir søkja.
Les eisini:
Uppfylgjandi spurningar til umsøkjarar
Finn røttu starvsmerkini til starvið
Útgáva og viðgerð
Vel útgávudag og umsóknarfreist fyri starvslýsingina. Hav í huga, at um umsóknarfreist er ásett, er ikki møguligt at stytta freistina. Um eingin umsóknarfreist er ásett, kann starvslýsingin støðgast nær sum helst.
Viðgerðartíð: Alfred upplýsir sjálvvirkandi umsøkjarum um mettu viðgerðartíðina.
Stig 3: Eykatænastur
Síðsta stigið. Her er møguleiki at keypa eykatænastur, áðrenn tú heldur fram til útgávu av starvslýsingini.
Les eisini: Ger starvið enn sjónligari við eykatænastum
Dagført tann: 01/06/2025
Takk fyri!