Greinar í: Arbeiðspláss

Førleikametingar av umsøkjarum

Við metingartalvuni er møguleiki fyri, at brúka skipaðar førleikametingar sum part av viðgerðini av umsóknum. Førleikametingar innihalda ávísar førleikar, sum eru týðandi fyri starvið, sum umsøkjarar verða mettir í mun til.

Tit kunnu seta upp tykkara egnu førleikametingar at brúka í sambandi við viðgerð av umsóknum til tykkara størv.

Førleikametingar eru góðar at brúka sum part av starvssamrøðum við umsøkjarar ella til videospurningar.

Soleiðis fyrireika tit førleikametingar



Ger tykkara generellu frymlar til førleikametingar > knýt ein ella fleiri frymlar til metingartalvuna fyri ávísu starvslýsingina > knýt ein ella fleiri frymlar til ein ella fleiri ávísar umsøkjarar.

Vel Stillingar > Førleikameting
Ger nýggja ella rætta í einari førleikameting
Áset førleikar, lýsing og %-vekt fyri hvønn einstakan førleika







Førleikametingin er nú klár at brúka sum frymil til viðgerð av starvslýsingum.


Soleiðis brúka tit førleikametingar



Áðrenn tit kunnu gera førleikameting av umsøkjarum, skal førleikametingin innsetast í metingartalvuna

Vel starvslýsingina og lat upp setanarskipanina
Vel Førleikameting ovast í valmyndini
Innset eina ella fleiri førleikametingar (frymilin) sum hoyra til starvið





Nú er klárt at gera førleikameting av einstøku umsøkjarunum


Soleiðis førleikameta tit umsøkjarar



Tað eru tveir møguleikar at brúka førleikametingar at meta um umsøkjarar:

Felags førleikameting, tá ein høvuðsábyrgdari ella setanarbólkurin í felag skal meta um førleikar (ein felags meting)
Henda loysnin er standard og einfaldast og verður viðmæld í allarflestu førum

Individuell førleikameting, tá hvør einstakur limur í setanarbólkinum skal meta um førleikar (ein meting pr. lim)
Henda loysnin verður brúkt til meiri umfatandi viðgerð. Set teg í samband við okkum fyri at fáa vegleiðing til hetta.

1. Soleiðis gera tit felags førleikameting



Vel umsøkjara at førleikameta
Legg førleikameting afturat
Førleikamet umsøkjaran





Nú er klárt at førleikameta umsøkjaran:





Samlaða metingin kemur at standa á hvørjum einstøkum umsøkjara, so til ber at fáa skjótt yvirlit yvir og samanbera umsøkjarar.

Les eisini


Alfred setanarskipanin
Samskifti við umsøkjarar
Soleiðis avvísir tú umsóknir
Bjóða umsøkjarum til samrøðu
Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina

Dagført tann: 24/11/2023

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!