Førleikametingar av umsøkjarum
Við metingartalvuni er møguleiki fyri, at brúka skipaðar førleikametingar sum part av viðgerðini av umsóknum. Førleikametingar innihalda ávísar førleikar, sum eru týðandi fyri starvið, sum umsøkjarar verða mettir í mun til.
Soleiðis fyrireika tit førleikametingar
- Vel Stillingar > Førleikameting
- Ger nýggja ella rætta í einari førleikameting
- Áset førleikar, lýsing og %-vekt fyri hvønn einstakan førleika
Førleikametingin er nú klár at brúka sum frymil til viðgerð av starvslýsingum.
Soleiðis brúka tit førleikametingar
Áðrenn tit kunnu gera førleikameting av umsøkjarum, skal førleikametingin innsetast í metingartalvuna
- Vel starvslýsingina og lat upp setanarskipanina
- Vel Førleikameting ovast í valmyndini
- Innset eina ella fleiri førleikametingar (frymilin) sum hoyra til starvið
Nú er klárt at gera førleikameting av einstøku umsøkjarunum
Soleiðis førleikameta tit umsøkjarar
- Felags førleikameting, tá ein høvuðsábyrgdari ella setanarbólkurin í felag skal meta um førleikar (ein felags meting)
Henda loysnin er standard og einfaldast og verður viðmæld í allarflestu førum
- Individuell førleikameting, tá hvør einstakur limur í setanarbólkinum skal meta um førleikar (ein meting pr. lim)
Henda loysnin verður brúkt til meiri umfatandi viðgerð. Set teg í samband við okkum fyri at fáa vegleiðing til hetta.
1. Soleiðis gera tit felags førleikameting
- Vel umsøkjara at førleikameta
- Legg førleikameting afturat
- Førleikamet umsøkjaran
Nú er klárt at førleikameta umsøkjaran:
Les eisini
Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina
Dagført tann: 24/11/2023
Takk fyri!