Greinar í: Arbeiðspláss

Ger videosamrøður við umsøkjarar

Videosamrøður


Videosamrøður eru ein framúr góður og snildur møguleiki at seta andlit á og at fáa meiri at vita um umsøkjarar, áðrenn teir møguliga verða bodnir til starvssamrøðu. Tú sendir heilt einfalt spurningar til umsøkjarar, sum teir svara við at taka upp svarini beinleiðis í Alfred appini. Síðani kanst tú síggja og meta um svarini í metingartalvuni.


Fyrimunir


  • Set rødd og andlit á umsøkjarar. Skrivliga umsóknin sigur ikki alt!
  • Spar tíð og fá betri grundarlag undir viðgerð av umsóknum
  • Sálda umsøkjarar frá áðrenn starvssamrøður
  • Set uppfylgjandi spurningar aftaná starvssamrøður
  • Umsøkjarar svara spurningum, tá tað passar teimum, innan fyri ásettu freistina


Soleiðis bjóðar tú til videosamrøðu


  1. Vel so nógvar umsøkjararnar tú vilt hava at svara videospurningum við at flyta teir yvir í sama teig
  2. Trýst á […] ovast á teiginum og vel "bjóða til videosamrøðu"
  3. ella trýst á […] á einum umsøkjara fyri at bjóða einstøkum umsøkjarum




Samlað yvirlit yvir videosamrøður


So hvørt videosamrøðurnar verða innsendar sært tú tær í yvirlitinum




Soleiðis gert tú spurningar til videosamrøður


Tit kunnu gera og umsita tykkara egnu spurningar til videosamrøður, sum eru lættir at endurnýta.


Vel Stillingar > videosamrøður




Les eisini


Bjóða umsøkjarum til samrøðu
Førleikametingar av umsøkjarum
Samskifti við umsøkjarar
Soleiðis avvísir tú umsóknir
Umsiting av svarskrivum til umsøkjarar
Alfred setanarskipanin

Dagført tann: 23/09/2023

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!