Greinar í: Arbeiðspláss

Sjálvbodnar umsóknir

Sjálvboðin umsókn er ein spennandi møguleiki hjá arbeiðsplássum, sum ynskja leypandi at fáa umsóknir frá áhugaðum umsøkjarum, starvslesandi o.ø. at velja í. Hetta er somuleiðis ein góður møguleiki at vera eitt fet frammanfyri og fáa samband við møguligar umsøkjarar til komandi aktuell størv.

Sjálvboðin umsókn verður víst á fyritøkuvanganum, soleiðis at áhugaðir umsøkjarar altíð kunnu senda tykkum umsókn um starv, eisini tá ið tit ikki lýsa við ítøkiligum størvum.

Allar sjálvbodnar umsóknir vera savnaðar í ókeypis setanarskipanini, har tit leypandi kunnu viðgera innkomnar umsóknir, samskifta við umsøkjarar o.s.fr.

Munurin á Sjálvbodnari umsókn og vanligum starvslýsingum:



Sjálvboðin umsókn er ætlað til generellar starvsmøguleikar, starvslesandi o.t, meðan vanligar starvslýsingar eru fyri ítøkilig størv
Sjálvboðin umsókn verður víst á forsíðuni á fyritøkuvanganum og ikki saman við vanligum starvslýsingum
Beinleiðis fráboðanir verða ikki sendar um sjálvbodna umsókn (eftrsum talan ikki er um lýsing fyri ítøkiligt starv)
Sjálvboðin umsókn kann keypast fyri ein mánað í senn ella við ársgjaldi fyri lægri gjald
Knøttur við leinki til sjálvbodna umsókn kann setast inn á tykkara heimasíðu og aðrastaðni

Avrita umsóknir millum starvslýsingar



Arbeiðsgevarar hava møguleika at avrita sjálvbodnar umsóknir til aktuell størv, soleiðis at tær kunnu viðgerast saman við øðrum innkomnum umsóknum.

Les eisini:
Avrita umsókn til annað starv

Kostnaður



Mánaðargjald: 850 kr. um mánaðin.

Ársgjald: 6.500 kr. (spar 36%)

Verður avroknað árliga og endurnýggjað sjálvvirkandi til Sjálvboðin umsókn verður endað.

Soleiðis stovnar tú Sjálvbodna umsókn











Síðani fyllir tú út starvslýsingina, eins og vanliga starvslýsing.

Uppfylgjandi spurningar kunnu brúkast til at fáa meiri at vita um umsøkjarar, so lætt er at skilja sjálvbodnar umsóknir eftir starvsynski, førleikum, royndum o.s.fr.

Les eisini:
Uppfylgjandi spurningar til umsøkjarar

Innihaldið í Sjálvbodnari umsókn kann leypandi tillagast til tykkara tørv, arbeiðsuppgávur, árstíð o.a.

Soleiðis endar tú Sjálvbodna umsókn



Fyri at enda Sjálvbodna umsókn og støðga gjaldsavtaluni skal lýsingin støðgast í lýsingafyrisitaranum.



Hvar verður Sjálvboðin umsókn víst?



Sjálvboðin umsókn verður ikki víst saman við vanligum starvslýsingum, men sæst á fyritøkuvanganum. Knøttur við leinki til Sjálvbodna umsókn kann eisini setast inn á tykkara heimasíðu





Á fyritøkuvanganum hjá Alfred er dømi um Sjálvbodna umsókn.

Ger Sjálvbodna umsókn eyka sjónliga



Tú kanst seta yvirlit við øllum leysum størvum inn á tykkara heimasíðu, beinleiðis frá Alfred, soleiðis at tit kunnu umsita starvslýsingar á einum stað. Eisini kunnu tit seta knøtt við leinkju til tykkara Sjálvbodnu umsókn á heimasíðuna, og soleiðis vísa umsøkjarum á møguleikan at senda tykkum umsókn.





Fanga umsøkjarar við QR-kotum á staðnum


Tú kanst eisini vísa til sjálvbodnu umsóknina við eini QR-kotu á staðnum, har møguligir umsøkjarar, brúkarar, kundar o.o. vitja.

Les eisini:
Fanga umsøkjarar við QR-kotum á staðnum

Dagført tann: 23/04/2025

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!