Skjót starvslýsing
Skjót starvslýsing ger tað møguligt at fylla út mest neyðugu upplýsingar og fáa starvlýsingina út í eini handavending.
Nýggj starvslýsing
Trýst á Nýggj starvslýsing í valmyndini undir Starvslýsingar í fyrisitaranum.
Vel fyritøkuvanga til starvslýsingina
- Hava tit bara ein vanga, verður hesin valdur sjálvvirkandi.
- Um tú ikki hevur stovnað starvslýsing áður, ella vilt gera nýggja fyritøkuvanga til lýsingina, byrjar rú við at skráseta mest neyðugu upplýsingar um arbeiðsplássið (navn, búmerki og lýsing).
Stig 1: Ger starvslýsing
Vel Skjót starvslýsing ovast og halt fram við at fylla út starvslýsingina.
Fyll út neyðugu upplýsingarnar um starvið
- Mynd til starvslýsing: Vel hvør mynd verður víst í starvslýsingini og hvør mynd verður víst, tá ið lýsingin verður deild á sosialum miðlum, eitt nú Facebook ella Linkedin (les eisini: Myndir til starvslýsingar)
- Heiti á starvslýsing. Brúka eina fangandi og sigandi yvirskrift
- Starvslýsingin: Skriva sjálva starvslýsingina. Her kanst tú eisini brúka tínar egnu teigar við yvirskrift og teksti
- Starvsstaður
- Starvsslag: Fult starv, avloysarastarv o.s.fr.
- Starvsmerki: vel 1-5 viðkomandi starvsmerki. Alfred sendir øllum brúkarum, ið leita eftir hesum starvsmerkjum, beinleiðis boð um starvið
(Les eisini: Finn røttu starvsmerkini til starvið)
Stig 2: Útgáva og viðgerð av umsóknum
Hvussu ynskir tú at taka ímóti umsóknum?
Vel um tú vilt taka ímóti umsóknum gjøgnum Alfred ella eina vevslóð (les eisini: Soleiðis tekur tú ímóti umsóknum)
Um tú velur at taka ímóti umsóknum gjøgnum Alfred, fært tú møguleika at seta uppfylgjandi spurningar til umsøkjarar, áðrenn teir søkja.
Les eisini:
Uppfylgjandi spurningar til umsøkjarar
Alfred setanarskipanin
Útgáva og viðgerð
Vel útgávudag og umsóknarfreist fyri starvslýsingina. Hav í huga, at um umsóknarfreist er ásett, er ikki møguligt at stytta freistina. Um eingin umsóknarfreist er ásett, kann starvslýsingin støðgast nær sum helst.
Viðgerðartíð: Alfred upplýsir umsøkjraum um mettu viðgerðartíðina.
Stig 3: Eykatænastur
Síðsta stigið. Her er møguleiki at keypa eykatænastur, áðrenn tú heldur fram til útgávu av starvslýsingini.
Les eisini: Ger starvið enn sjónligari við eykatænastum
Dagført tann: 24/10/2023
Takk fyri!