Soleiðis tekur tú ímóti umsóknum
Tað er bæði lætt og einfalt at taka ímóti umsóknum til starvslýsingar við Alfred. Tú kanst velja ímillum at fáa umsóknir gjøgnum Alfred setanarskipana ella gjøgnum vevslóð til egna heimasíðu, umsóknarsíðu ella HR-skipan.
Tak ímóti umsóknum gjøgnum Alfred setanarskipanina
Hetta er viðmældi hátturin at brúka Alfred, har ið arbeiðsgevari og umsøkjarar fáa mest burturúr. Setanarskipanin er ókeypis og sera løtt at brúka og hevur eina røð av snildum hentleikum, sum hjálpa tær til eina trygga, skjóta og smidliga setanargongd.
Les meira her: Alfred setanarskipanin
Tak ímóti umsóknum gjøgnum vevslóð
Um tú ynskir at taka ímóti umsóknum gjøgnum tykkara verandi HR-skipan ella umsóknarsíðu, er hetta sjálvandi eisini ein møguleiki. Tit fáa framvegis allar ágóðar av Alfred í mun til at røkka áhugaðum umsøkjarum og skapa áhuga fyri tykkara arbeiðsplássi og størvum.
Les eisini:
Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina
Dagført tann: 07/06/2024
Takk fyri!