Greinar í: Arbeiðspláss

Nýggi Alfred fyrisitarin

Alfred fyrisitarin hevur fingið nýtt snið og enn snildari hentleikar. Fyrisitarin hevur nú sama eyðkenda reyðgula litin sum Alfred hevur allastaðni. Við nýggju og dagførdu útgávuni av fyrisitaranum er tað blivið enn skjótari og lættari at stovna starvslýsingar, velja myndir og gera lýsingatekstir.

Sum nakað helt nýtt, kanst tú nú stovna fyritøkuvanga og starvslýsing í somu arbeiðsgongd.

Starvslýsing í trimum stigum


Nú skalt tú bara gjøgnum trý stig, tá tú skalt stovna nýggja starvslýsing og tú hevur enn betri yvirlit yvir arbeiðsgongdina.

Nú kanst tú velja, um tú vilt stovna vanliga starvslýsing ella skjóta starvslýsing.

Starvslýsing


Starvslýsing inniheldur fleiri teigar at fylla út, eitt nú útbúgving, tungumál, lønarviðurskifti, ágóðar við starviinum o.s.fr. Tú kanst eisini gera nýggjar teigar eftir egnum vali.

Við nýggju dagføringini fært tú betri møguleikar at stýra innihaldinum í hvørjum einstøkum teigi, innseta leinki, listar o.a. til at greiða frá kravdum førleikum til starvið.

Les eisini: Stovna starvslýsing

Skjót starvslýsing


Við hesum valmøguleikanum kanst tú skjótt og lætt útfylla mest neyðugu upplýsingarnar og leggja starvið út.

Les eisini: Skjót starvslýsing

Myndir í starvslýsingum


Nýggi fyrisitarin gevur betri møguleikar at velja myndir til starvslýsingar. Somuleiðis kanst tú velja serstakar myndir til deiling á sosialum miðlum.

Les eisini: Myndir til starvslýsingar

Málrættað leiting


Nýggi fyrisitarin ger tað lættari at finna starvsmerki, førleikar og uppfylgjani spurningar til starvslýsingarnar. Byrja at skriva orðið í leitigluggan og tú fært beinanvegin lista yvir tað, ið svara til leitingina.

Dagført tann: 09/10/2023

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!