Greinar í: Arbeiðspláss

Alfred setanarskipanin

Frá lýsing til setan



Við ókeypis Alfred setanarskipanini kanst tú handfara alla setanartilgongdina frá móttøku og raðfesting av umsóknum, samskifti við umsøkjarar, til innbjóðing til samrøður, uppfylgjandi spurningar og endaliga setan.

Ein snildur møguleiki er at biða umsøkjarar svara videospurningum í Alfred-appini, soleiðis at tú lættari kanst velja røttu umsøkjararnar til starvssamrøður.

Smidligt og GDPR-trygt


Hjá arbeiðsgevarum er tað sera umráðandi, og stundum ein avbjóðing, at tryggja, at alt fer rætt fram í mun til viðgerð av umsóknum og ikki minst GDPR-krøvini um handfaring av persónsupplýsingum. Hesum tekur Alfred skipanin eisini hædd fyri, soleiðis at tú sum arbeiðsgevari sleppur undan at liggja inni við persónsupplýsingum í sambandi við starvsumsóknir.

Í videobrotinum fært tú eina skjóta gjøgnumgongd av setanarskipanini. Niðanfyri er skrivlig vegleiðing til setanarskipanina.




Setanarskipanin hevur fýra høvuðsøki:



Metingartalva
Videosamrøður
Førleikameting
Atgongd


Metingartalvan



Metingartalvan er til viðgerð og raðfesting av umsóknum og alt samskifti við umsøkjarar.



Umsit teigar: Tú kanst brúka standard teigarnar, strika ella stovna nýggjar teigar, sum hóska til tykkara tørv og mannagongdir. Trýst á […] fyri at umsita teigar.

Ósannlíkt: Hesin teigur er til umsóknir, sum ikki lúka krøvini og tú (møguliga) ynskir at avvísa
Nýtt: Allar umsóknir koma sjálvvirkandi inn í hendan teigin. Higani kanst tú hála umsóknir yvir í viðkomandi teigar til víðari viðgerð.
Kanska: Hesin teigur er til umsóknir, sum tú ynskir at hyggja nærri eftir.
Samrøða: Teigur til umsøkjarar, sum tú ynskir at bjóða til starvssamrøðu.


Les eisini



Samskifti við umsøkjarar
Soleiðis avvísir tú umsóknir
Bjóða umsøkjarum til samrøðu
Førleikametingar av umsøkjarum
Soleiðis skjalfestir tú setanargongdina


Setan



Tá ið tit hava tikið avgerð, um hvør umsøkjari skal setast í starv, verður umsøkjarin merktur sum settur. Trýst á […] á umsøkjaranum og vel "Setan"





Tá umsøkjari verður merktur sum settur, kanst tú senda (gleði)boð til viðkomandi og samstundis biða um allar neyðugar setanarupplýsingar.

Settir umsøkjarar finnur tú síðani í Setanartalvuni til víðari viðgerð í HR-skipan o.t.


Enda viðgerð



Tað er umráðandi at tú endar viðgerðina, tá ið setanargongdin er liðug. Alfred sendir tá boð til allar umsøkjarar um at viðgerðin er endað.

Dagført tann: 24/10/2023

Hjálpti hendan greinin tær?

Sig tína meining

Avlýs

Takk fyri!